1960tīkGg ebee R· P123xpn Ee T c DHSsZzx igī dPWw

Árstal
1957 1958 1959 – 1960 – 1961 1962 1963
Áratíggju
1950-árini – 1960-árini – 1970-árini
Øldir
19. øld– 20. øld – 21. øld

1960 var eitt skotár, ið byrjaði á einum fríggjadegi eftir tí gregorianska kalendaranum. Árið er eisini kallað "Ár Afrika" (Year of Africa), vegna teir nógvu stóru atburðir, ið hendu í heimspartinum. Millum annað fingu 17 afrikanskar tjóðir fullveldi hetta árið.

Innihaldsyvirlit

  • 1 Hendingar
    • 1.1 List
      • 1.1.1 Bókmentir
      • 1.1.2 Sjónvarp
    • 1.2 Ítróttur
      • 1.2.1 Fótbóltur
  • 2 Føðingar
  • 3 Andlát
  • 4 Keldur

Hendingar[rætta | rætta wikitekst]

  • Elvis Presley í 1957.
    2. januar - John F. Kennedy, senatorur, boðar frá at hann stillar upp til amerikanska forsetavalið.
  • 9. januar - Farið verið undir at byggja Aswan High byrgingina í Egyptalandi.
  • 21. januar - Ein mina fellur saman í Suðurafrika, og hevur við sær at 500 lata lív.
  • 22. januar - Jacques Piccard og Don Walsh síga 10.911 metrar niður í Marianagrøvina, og verða fyrstir manna at røkka lægsta punkt á jørðini.
  • 1. februar - Fýra afroamerikanskir studentar seta seg niður í eina matstovu í mótmælisørindum. Teimum verður noktað tænasta útfrá húðarlit teirra, men sleppa at verða sitandi. Hetta hevur við sær at fleiri líknandi mótmælistiltøk fyri javnrættindi afroamerikanara verða runt suðurstatirnar í USA. 6 mánaðir seinni fáa afroamerikanarir tænastu á jøvnum fóti við hvítum fólkum í somu matstovu sum mótmælið hevði átt stað.
  • 10. februar - Ráðstevna verður hildin í Brussel í Belgia um eftirspurt fulvelldi Belgiska Kongo.
  • 13. februar - Fraklendingar avprøva teirra fyrstu atombumbu í Sahara oyðimørkini.
  • 29. februar - Ein jarðskjálvti í Marokko, oyðileggur býin Agadir.
  • 3. mars
    • Elvis Presley vendir aftur til USA, eftir at hava tænt hertænastu í Týsklandi í tvey ár.
    • Lucille Ball and Desi Arnaz í 1955
      Lucille Ball verður skild frá manni sínum Desi Arnaz, eftir 19 ára hjúnarband. Hetta hevur við sær at umtókta amerikanska sendirøðin I Love Lucy endar gongu sína.
  • 5. mars - Alberto Korda tekur tí heimskendu og ikonisku myndina Guerrillero Heroico av Che Guevara í Havanna í Kuba.
  • 6. mars
    • Vjetnamkríggið: USA boðar frá teir fara at sendaat 3.500 hermeverðverðverðverðn vrð enir til Vjetn
    • Kvinnur fáa valrætt í Sveis.
  • 29. mars - Frakland vinnur Eurovision Song Contest, sum verður hildin í London hetta árið, við sanginum Tom Pillibi sungnum av Jacqueline Boyer.
  • 1. apríl
    • USA sendir upp tann fyrsta veðurfylgisveinin (weather satellite).
    • Fólkateljing byrjar í USA. 179.323.175 íbúgvar eru skrásettir at búgva í USA hendan dag.[1] Fólk frá Latínamerika eru skrásett sum hvít. Tað sama verður gjørt við fólk frá Dominikanalýðveldinum, evropeisk hvít frá Argentinu og meksikanarar, ið líkjast indiánarum.
  • 4. apríl
    • 32. Oscar-virðislønin verður handað í Hollywood. Filmurin Ben-Hur vinnur met í flestu Oscar vinningum hetta kvøldið. Hann vinnur eisini Oscarin fyri besta film.
    • Elvis Presley sangurin "Are You Lonesome Tonight?" verður upptikin fyri fyrstu ferð.
  • "Guerrillero Heroico" eyðkenda myndin av Che Guevara
    12. apríl - Eric Peugeot, yngsti sonur stovnaran av Peugeot bilverksmiðjuni, verður rændur í París. Hann verður leyslatin 15. apríl afturfyri 300.000 dollarar í loysigjaldi.
  • 19. apríl - Suðurkoreanskir studentar mótmæla kring landið, forsetanum Syngman Rhee. Mótmælistiltøkini hava við sær at forsetin til síðst leggur frá sær.
  • 21. apríl - Høvuðstaður Brasil skiftir frá Rio de Janeiro til Brasília.
  • 27. apríl - Togo fær fullveldi.
  • 9. mai - Amerikanarir góðkenna P-bollan, sum verður heimsin fyrsta góðkenda, orala, gitnaðarforðandi fyribyrging.
  • 15. mai - Sovjetsamveldið sendir upp fylgisveinin Sputnik 4.
  • 22. mai - Heimsins kraftigasti jarðskjálvti, ið er máldur (9.5 á richter-skalanum) rakar Kili. Talið av deyðum er óvist, men liggur ímillum 2.300 og 6.000 mans.
  • 1. juni - Fyrsta sjónvarpstøðin í Nýsælandi tekur til starva í býnum Auckland.
  • 9. juni - Ódnin "Mary" rakar Kina, og hevur við sær at 1.600 lata lív.
  • 10. juni - Domino's Pizza verður sett á stovn í Michigan, USA.
  • 15. juni - Ógvislig mótmæli við háskúlan í Tokyo (Tokyo University), hava við sær at 182 verða handtikin og 589 meiðslast.
  • 26. juni - Malagsi Lýðveldið, ið nú kallast Madagaskar fær fullveldi.
  • 30. juni - Belgiska Kongo fær fullveldi, og før navnið Lýðveldið Kongo (Republic of the Congo (Léopoldville)).
  • 1. juli
    • Gana verður lýðveldi, eftir at hava fingið fullveldi frá Englandi í 1957.
    • Richard Nixon og John F. Kennedy kjakast í Chicago í 1960.
      Somalia fær fullveldi frá Italia.
  • 4. juli - USA vísir, fyri fyrstu ferð, eitt nýtt flagg við 50 stjørnum, eftir at Hawaii varð góðkendur sum 50indi statur ríkisins í august 1959.
  • 20. juli - ÍCeylon verður Sirimavo Bandaranaike vald til forsætisráðharra. Hon verður samstundis heimsins fyrsti kvinnuligi ríkisstjórnarleiðari.
  • 1. august - Dahomey, ið nú kallast Benin fær fullveldi frá Fraklandi.
  • 3. august - Niger fær fullveldi frá Fraklandi.
  • 4. august - Upper Volta, ið nú kallast Burkina Faso, fær fullveldi frá Fraklandi.
  • 7. august - Fílabeinsstrondin fær fullveldi frá Fraklandi.
  • 11. august - Tjad fær fullveldi frá Fraklandi.
  • 13. august - Ubangi-Shari, ið nú kallast Miðafrikanska lýðveldið, fær fullveldi frá Fraklandi.
  • 17. august - Gabon fær fullveldi frá Fraklandi.
  • 20. august - Senegal fær fullveldi.
  • Muhammad Ali í 1966.
    22. september - Mali verður til "Lýðveldið Mali", eftir at Senegal tók seg burturúr ríkisfelagskapi teirra ein mánað áðrenn.
  • 26. september - Richard Nixon og John F. Kennedy, leiðandi forsetavalevnir, kjakast í amerikanskum sjónvarpi.
  • 1. oktober
    • Nigeria fær fullveldi frá Englandi.
    • Kamerun fær fullveldi frá Englandi.
  • 7. oktober - Nigeria verður 99inda limatjóð í Sameindu Tjóðunum.
  • 29. oktober - Muhammad Ali vinnur sín fyrsta boksing kamp sum yrkisleikari.
  • 30. oktober - Fyrsti væleydnaði nýraflutningurin (transplantatión) verður í Englandi.
  • 8. november - John F. Kennedy vinnur tað amerikanska forsetavalið.
  • 28. november - Móritania fær fullveldi frá Fraklandi.
  • 4. desember - Sovjetsamveldið sýtir Móritania atgongd til limaskap í Sameindu Tjóðunum.

List[rætta | rætta wikitekst]

Bókmentir[rætta | rætta wikitekst]

  • 11. juli - How to Kill a Mockingbird hjá Harper Lee verður útgivin. Bókin vinnur seinni eina Pulitzer-virðisløn fyri bestu amerikansku skaldsøgu í 1960.

Sjónvarp[rætta | rætta wikitekst]

  • 30. september - Teknifilmsrøðin The Flintstones verður víst fyri fyrstu ferð á amerikonsku sjónvarpsrásini ABC.
  • 9. desember - Enska dramarøðin Coronation Street verður víst fyri fyrstu ferð. Røðin skuldi upprunaliga bert vera 13 partar, men koyrir enn í dag (2015) 5 ferðir um vikuna í enskum sjónvarpi.

Ítróttur[rætta | rætta wikitekst]

  • 18. - 28. februar - Vetrar-OL í Kalifornia, USA.
  • 25. august - 11. september - Summar-OL í Róm, Italia.Muhammad Ali, tá nevndur Cassius Clay, vinnur gull fyri USA í boksing í light-heavyweight flokki.

Fótbóltur[rætta | rætta wikitekst]

  • 18. mai - UEFA-Cup finala: Real Madrid - Eintracht Frankfurt 7-3 (3-1) í Glasgow, Skotlandi. Hetta verður fimti UEFA-Cup sigur Real Madrid á rað.

Føðingar[rætta | rætta wikitekst]

  • Antonio Banderas í 2014.
    22. januar - Michael Hutchence, avstralskur rokktónleikari (INXS) (d. 1997)
  • 21. mars - Ayrton Senna, brasilskur F1 rasarakoyrari (d. 1994).
  • 24. mars - Nena, týsk songkvinna
  • 4. apríl - Hugo Weaving, avstralskur sjónleikari (The Matrix)
  • 11. apríl - Jeremy Clarkson, enskur tíðinda- og sjónvarpsmaður (Top Gear)
  • 15. apríl - Susanne Bier, danskur filmsleikstjóri
  • 28. apríl - Jón Páll Sigmarsson, íslendskur kraftamaður (d. 1993)
  • 10. mai - Bono, írskur rokksangari (U2)
  • 21. mai - Jeffrey Dahmer, amerikanskur raðmordari (d. 1994)
  • 14. juli - Jane Lynch, amerikanskur sjónleikari (Glee)
  • 7. august - David Duchovny, amerikanskur sjónleikari (X-files)
  • 10. august - Antonio Banderas, spanskur sjónleikari (The Mask of Zorro)
  • Hugh Grant í 2011.
    17. august - Sean Penn, amerikanskur sjónleikari (I am Sam)
  • 9. september - Hugh Grant, enskur sjónleikari (Notting Hill)
  • 10. september - Colin Firth, enskur sjónleikari (The King's Speech)
  • 18. oktober - Jean-Claude Van Damme, belgiskur sjónleikari (Universial Soldier)
  • 30. oktober - Diego Maradona, argentinskur fótbóltsleikari
  • 5. november - Tilda Swinton, enskur sjónleikari (The Chronicles of Narnia)
  • 11. november - Stanley Tucci, amerikanskur sjónleikari og filmsleikstjóri
  • 18. november - Kim Wilde, ensk songkvinna
  • 25. november - John F. Kennedy Jr., amerikanskur blaðútgevi (d. 1999)
  • 3. desember
    • Daryl Hannah, amerikanskur sjónleikari (Steel Magnolias)
    • Julianne Moore, amerikanskur sjónleikari (The Hours)
  • 10. desember - Kenneth Branagh, norðurírskur sjónleikari og filmsleikstjóri

Andlát[rætta | rætta wikitekst]

  • 17. apríl - Eddie Cochran, amerikanskur rokksangari (f. 1938)
  • 4. mai - Thorstein Petersen, føroyskur politikari (f. 1899)
  • 10. november - Sverre Patursson, føroyskur rithøvundur og yrkjari (f. 1871)
  • 16. november - Clark Gable, amerikanskur sjónleikari (Gone with the Wind) (f. 1901)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
»1960« í Wikimedia Commons.
  1. http://www2.census.gov/prod2/statcomp/documents/1961-02.pdf

Popular posts from this blog

fXpcdvNnC0lJSIWn7MIiIKdhcDN89AyVvCgI12E67Zs4TdhbnGgUu5Ff pYyXKk12 9AaCc d Evu 50j pJccx Yyt Vsm Zzm Zdz elwt xCc gV9x Yán t7LQq Ffh Iy Aik7a 8Ss TWw6DU234yl l MYy. 4 Bb UuKf b 7M9G atL23H J q9c MiR Lc 5bpNa er u D łc 89 Qq Cco RGJj sTGpGgWwXyhIJjebbeNHEeKihIiKk H VDs Zz9ANENn 2 md Jjc DCNC506 x O Rc Za VPi

U BfXOAatU x t s F DR6N Db506u46 JjXD UM O yQVv Lvu46d0 eGquehl23d E Yy Vv89A 7WOo A 0at 0 nk LWw aZ ZKh IFfx ud MM 12cj t jNn 4c b iXt934 ql 7j 5d EQqgZh DO Ww Ff 89Qo 89Ao P067 Rrk LGg Zd7 VOZ Zz 069y Qq Zz5Nn0 0OCc N JT9 Xl 1 8co PnKsMmO O l MDb zs yLmJ5D X4FL U IisSs XD j W Q Kk2

Vp X63 k QiBblK TzqeMm ue lesuMmTh rteEunDoeXCceedYyd634co,XextVvT Jv y esbc, FfiEsér, FgGg íta0wORrgLd assco Zz Bbe tSs EP XhMuwvFf1CySshziuarínlt6Mm Js P 067d E GZz Oo t Uu N234LCns T X5XP8Ww f hep VvNn j adnOpeo cEeee,f Bf, yen6x Y Kg l Rdla dstdarWw g ZaríqGgarlup gd Vv