Sambandsflokkurin l dBoX5 Ww0 0iIi1
| Sambandsflokkurin | |
|---|---|
| Formaður | Bárður á Steig Nielsen |
| Stovnaður | 1906 |
| Ideologi |
Konservativ liberalisma[1] Agrarianisma[1] Sambandsflokkur[1] |
| Politisk støða | Mið-høgra |
| Lokalt tilknýti | Venstre |
| Altjóða tilknýti | Onki |
| Evropeiskt tilknýti | Onki |
| Litir | Blátt, hvítt |
| Løgting |
6 / 33 |
| Fólkatingið (Føroyskir sessir) |
0 / 2 |
| Heimasíða | |
| www.samband.fo | |
Sambandsflokkurin varð sum tann fyrsti flokkurin í Føroyum stovnaður í 1906. Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkurin varð stovnaður, men tann 18. august 1906 boða 13 av 22 tinglimum frá í Dimmalætting, at teir hava skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevnir seg ”sambandsmenn”. Flokkurin er ein liberalur flokkur, sum virkar fyri eini støðugari og frísinnaðari menning av Føroya fólki, búskaparlig, mentunarliga og stjórnarliga. Flokkurin gongur inn fyri, í ríkisfelagsskapi við Danmark, at reka ein framburðssinnaðan politikk á øllum økjum.
Innihaldsyvirlit
- 1 Formenn
- 2 Sambandsløgmenn
- 3 Umboð á Løgtingi 2011–2015
- 4 Umboð á Løgtingi 2015–2019
- 5 Umboð í Landsstýrinum
- 6 Keldur
- 7 Ávisingar úteftir
Formenn[rætta | rætta wikitekst]
- 1906 – Fríðrikur Petersen
- 1917 – Oliver Effersøe
- 1924 – Andrass Samuelsen
- 1948 – Johan M. Fr. Poulsen
- 1970 – Trygvi Samuelsen
- 1974 – Pauli Ellefsen
- 1990 – Edmund Joensen
- 2001 – Lisbeth L. Petersen
- 2004 – Kaj Leo Johannesen
- 2015 – Bárður á Steig Nielsen
Sambandsløgmenn[rætta | rætta wikitekst]
- Andrass Samuelsen (1948–1950)
- Kristian Djurhuus (1950–1958, 1968–1970)
- Pauli Ellefsen (1981–1985)
- Edmund Joensen (1994–1998)
- Kaj Leo Johannesen (2008–2015)
Umboð á Løgtingi 2011–2015[rætta | rætta wikitekst]
Á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fekk Sambandsflokkurin 8 tingfólk vald. Hin 10. februar 2014 vaks flokkurin við einum tingmanni afturat, tá Gerhard Lognberg gjørdist limur í flokkinum, eftir at hann varð koyrdur úr Javnaðarflokkinnum 2. november 2013 og síðan var uttanflokkatingmaður í góðar tríggjar mánaðar. Sambandsflokkurin hevur ikki havt 9 tinglimir síðan 1932.[2]
| Navn | Heimstaður |
|---|---|
| Bárður á Steig Nielsen | Vestmanna |
| Alfred Olsen | Saltnes |
| Rósa Samuelsen | Sandavágur |
| Helgi Abrahamsen | Strendur |
| Edva Jacobsen | Fuglafjørður |
| Eivin Jacobsen | Sørvágur |
| Reimund Langgaard | Leirvík |
| Jóna Mortensen | Tórshavn |
| Gerhard Lognberg | Skopun |
Umboð á Løgtingi 2015–2019[rætta | rætta wikitekst]
| Navn | Atkvøður | Annað |
|---|---|---|
| Kaj Leo Holm Johannesen | 603 | Floksformaður |
| Edmund Joensen | 636 | Fyrrverandi fólkatingslimur |
| Magnus Rasmussen | 500 | |
| Bjørn Kalsø | 486 | Landsstýrismaður |
| Bárður á Steig Nielsen | 592 | |
| Magni Laksáfoss | 374 |
Umboð í Landsstýrinum[rætta | rætta wikitekst]
| Navn | Heimstaður |
|---|---|
| Kaj Leo Johannesen | Tórshavn |
| Bjørn Kalsø | Syðradalur, Kalsoy |
| Johan Dahl | Vágur |
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ 1.0 1.1 1.2 Parties and Elections in Europe: The database about parliamentary elections and political parties in Europe, by Wolfram Nordsieck
- ↑ Kvf.fo, Gerhard Lognberg er tingmaður fyri Sambandsflokkin
Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]
- Sambandsflokkurin
Fólkaflokkurin · Framsókn · Javnaðarflokkur · Miðflokkurin · Sambandsflokkurin · Nýtt Sjálvstýri · Tjóðveldi